- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óvist um Føroyar eru raktar
Í minsta lagi 300 teldur í Danmark eru raktar higartil, og nýggjar útgávur av skaðiliga forritinum WannaCry síggjast eisini, skrivar dr.dk
Michael Thomsen, KT-stjóri í Føroya Tele, segði leygardagin við útvarpið, at ein orsøk til, at Danmark og Føroyar ikki vórðu so hart rakt fríggjadagin var, at fólk høvdu frí dýra biðidag.
SÍ EISINI Góð ráð: Dagførið Microsoft-stýriskipanina
Michael Thomsen heitti á fólk um at dagføra Microsoft-forritini á telduni, tá fólk komu aftur til arbeiðis í dag.
Leygardagin vóru eini 100 teldur í Danmark smittaðar - og tað broyttist ikki nógv sunnudagin. Ikki fyrr enn í dag, tá fólk koma til arbeiðis spjaðist virusin aftur.
Óvist um Føroyar eru raktar
Michal Thomsen hevur ikki hoyrt um nakað álop í Føroyum í dag, men tað er heldur ikki vist, at fólk boðað frá tí, um tey vera rakt, sigur hann.
Endamálið hjá teimum, sum hava framt telduálopið, er at leggja trýst á fólk um at gjalda millum 300 og 600 dollarar í talgilda gjaldoyranum Bitcoin, sum kann nýtast uttanum bankaskipanina.
Michael Thomsen mælir fólki til ikki at gjalda, tí jú størri vinningurin er, jú betur loysir tað seg at skipa tílík álop.