- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danskur flokkur: Tey ríku skulu gjalda vælferðina
Danski flokkurin, Enhedslisten, skjýtur upp, at tað almenna setur 27.000 fólk í størv tey næstu fýra árini. Tað ger flokkurin á landsfundinum, sum er í dag.
Tað er mett at kosta danska statinum 10 milliardir krónur. Peningin ætlar flokkurin at fáa inn við at økja um toppskattin og við at seta í verk ognarskatt aftur.
- Vit skjóta upp at taka peningin frá teimum vælbjargaðu. Tað eru tey, sum hava fingið mest tey síðstu árini, sigur Pernille Skipper, framsøgnarkvinna hjá flokkinum.
Markið fyri toppskattin lækkast
Enhedslisten gongur sostatt eina heilt aðra leið enn flokkarnir í stjórnini, sum í heyst væntandi fara at royna at lækka markið fyri, nær fólk skulu gjalda toppskatt.
Í løtuni er markið fyri, nær fólk í Danmark skulu gjalda toppskatt, sett til 479.000 krónur um árið. Tað svarar til eina mánaðarløn uppá 39.900 krónur.
Tær 10 milliardirnar kundu millum annað verið brúktar uppá minni fólkaskúlaflokkar og betri arbeiðsumstøður til fólk, sum starvast innan sjúkrahúsverkið í Danmark, sigur flokkurin.