- Tíðindi, mentan og ítróttur
26 mió. lesarar: Føroyingur avmyndað Trump
Benjamin Rasmussen hevur tikið myndina, sum er á forsíðuni á Time Magazine, sum er heimsins størsta vikublað og hevur 26 milliónir lesarar.
Á forsíðuni sæst amerikanski forsetin, Donald Trump, ganga eftir gongini í Hvítu Húsunum móti lyftuni, sum skal flyta hann frá skrivstovuni til hæddina, har hann býr. Myndin á forsíðuni er tilvísing til eina frásøgn við myndum longur inni í blaðnum.
Frásøgnin er eitt úrslit av, at blaðfólkini og føroyski myndamaðurin er sloppin nakað so sjáldsamt sum at fylgja amerikanska forsetanum síðstu tímarnar í arbeiðsdegnum.
Greinin heldur fram niðanfyri
How President Trump spends his time after hours https://t.co/yEi8sY0St1 pic.twitter.com/xtpafJs7Kt
— TIME (@TIME) May 12, 2017
- "At fáa møguleikan at taka myndir av forsetanum á henda hátt er næstan óhoyrt," sigur Benjamin Rasmussen.
- "Tað er sera sjáldsamt at fáa atgongd til tann partin av Hvítu Húsunum, har forsetin býr. Tá Obama ráddi fyri borgum, slapp eingin inn har."
- "Ikki so frægt sum hansara egnu starvsfólk sluppu at síggja bústaðin, fyrr enn Obama helt eina veitslu at hátíðarhalda, at heilsurøktarnýskipanin varð samtykt," sigur Benjamin Rasmussen, ið starvast sum fríyrkismyndamaður.
Útbúgvin í USA og Filipsoyggjum
Benjamin Rasmussen, sum hevur føroysk foreldur, er føddur og uppvaksin á Filipsoyggjunum.
Hann hevur lisið myndlist og journalistik á John Brown University í Arkansas í USA og tikið yvirbygnaðin í foto-journalistikki á Filipsoyggjunum.
Benjamin Rasmussen hevur búð í Føroyum í styttri tíðarskeiðum, og í næstum kemur hann til Føroya at taka lýsingarmyndir fyri føroyska fyritøku.