- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump givið FBI-stjóranum fótin
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt ovasta leiðaran fyri FBI, James Comey, úr starvi. Avgerðina tók forsetin eftir tilráðing frá løgmálaráðharranum, Jeff Sessions.
"Tað er avgerðandi, at vit nú finna ein leiðara fyri FBI, sum kann endurskapa álitið á FBI"
- Donald Trump, amerikanskur forseti
Uppsøgnin kemur bert fáa dagar eftir, at nú fyrrverandi FBI-stjórin hevur vitnað um kanningararbeiðið um russiska uppíblanding í amerikanska valið og um møguligt samband millum Vladmir Putin og forsetavalstríðið hjá Donaldi Trump.
- Tað er avgerðandi, at vit nú finna ein leiðara fyri FBI, sum kann endurskapa almenna treystið og álitið á FBI um at halda lógina, skrivar Donald Trump í brævi til James Comey.
- FBI er ein hin mest virðismetti stovnurin, og í dag seta vit skjøtil undir nýggja byrjan hjá lógarinnar skartgripi, stendur í fráboðan til almenningin frá Donaldi Trump.
Greinin heldur fram niðanfyri
Amerikanski forsetin hevur givið FBI-stjóranum James Comey (myndin) fótin
James Comey hevur havt stóran leiklut í málinum um Hillary Clinton, sum hevur brúkt privatan servara til at senda teldupostar, tá hon var amerikanskur uttanríkisráðharri.
Fleiri halda, at FBI og Comey høvdu sín part av skyldini, at Hillary Clinton tapti valið. Og tað hevur Hillary, so seint sum fyri viku síðani, sjálv sagt við fjølmiðlar.
SÍ EISINI Trump: Clinton fekk nógvar ólógligar atkvøður
Í seinnu helvt av valstríðnum sendi James Comey nevniliga eitt bræv til Kongressina um, at FBI hevði funnið nýggjar upplýsingar í Clinton-málinum. Hetta hendi, hóast siðvenjan hevur verið ikki at viðmerkja kanningararbeiðið beint undan einum vali.
Hetta hendi eisini, hóast FBI tá ikki visti, hvussu týdningarmikið tilfarið var. Hillary Clinton varð tó ongantíð skuldsett, men nýggju tíðindini um kanningarnar vóru yvirskriftir fleiri ferðir undir valstríðnum.
James Comey hevur fleiri ferðir verið frammi í sambandi við Clinton-málið og í sambandi við møguliga russiska sambandi við Trump. FBI hevur annars, síðani J. Edgar Hoover, arbeitt hart fyri at halda seg uttan fyri politiska spælið.