- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar í bólki saman við Týsklandi og Norra
Føroyar í bólki saman við Týsklandi og Norra
Nú er greitt, hvørjum U-21 landsliðið í hondbólti skal spæla ímóti í HM-endaspælinum
10.05.2017 - 15:49
Frá 18. til 24. juli. skal føroyska U-21 landsliðið í hondbólti luttaka í HM-endaspælinum í Algeria.
Í dag var lutakastið. Føroyar komu í bólk A, har Týskland og Norra teljast millum mótstøðuliðini.
Týskland er tað einasta landið í bólkinum, sum hevur roynt at vunnið HM-kappingina fyri U-21 landslið.
Týskland vann kappingina í bæði 2009 og í 2011. Í báðum førum vann Týskland á Danmark í finaluni.
Bólkur A:
Týskland |
Norra |
Føroyar |
Ungarn |
Suðurkorea |
Kili |
Skráin:
18.07.2017 | Føroyar-Kili |
20.07.2017 | Suðurkorea-Føroyar |
21.07.2017 | Norra-Føroyar |
23.07.2017 | Føroyar-Týskland |
24.07.2017 | Føroyar-Ungarn |
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV