- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atløguviðurskiftini ikki betri fyribils
Mykinesfólk mugu bíða við at fáa ábøtur upp á atløguviðurskiftini í oynni. Meirilutin í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum mælir frá at játta 2,5 mió krónur til at bøta upp á umstøðurnar við lendingina í Mykinesi.
Tað er Jørgen Niclasen, tingmaður hjá Fólkaflokkinum, sum hevur skotið upp fyri Løgtinginum at játta pengar til at leingja bryggjukantin í Mykinesi og at gera rekkverk og kantstokk fram við keiini. Eisini skulu pengarnir brúkast til eina bakkaverju.
SÍ EISINI Ferðafólkatalið trífaldað
Men meirilutin í Fíggjarnevndini - umboðini hjá samgonguni - mælir frá at samtykkja uppskotið. Tey siga, at landsstýrismaðurin hevur kunnað Fíggjarnevndina um, at Landsverk fer at kanna umstøðurnar í Mykinesi sum skjótast.
Verður niðurstøðan, at tørvur er á at seta arbeiðið í gongd beinanvegin, so skal landsstýrismaðurin finna fígging til endamálið. Hetta skal hann gera við at endurskoða raðfestingarnar í játtanini fyri havnir.
Løgtingið má taka sær um reiggj
Minnilutin í Fíggjarnevndini - umboðini hjá andstøðuni - mælir til at samtykkja uppskotið. Tey siga, at ferðafólkatalið í Mykinesi er so nógv økt, at tað er átrokandi neyðugt at gera ábøtur á bæði atløguviðurskifti og bakkaverju.
- Tá landsstýrið ikki tekur trygdina hjá teimum, sum ferðast á Mykinesleiðini í álvara, má Løgtingið taka sær um reiggj, so umstøðurnar í Mykinesi verða dagførdar og gjørdar tryggar.
Tað er ov seint, tá skaðin er hendur, sigur minnilutin í Fíggjarnevndini. Uppskotið um játtanina til Mykinesar verður viðgjørt í Løgtinginum í dag. Tingfundurin byrjar klokkan 11.