Barnavernd átalu frá umboðsmanninum

Barnavernd átalu frá umboðsmanninum
Løgtingsins umboðsmaður hevur givið eini barnaverndartænastu í Føroyum eina átalu, tí barnaverndin vildi síggja kontoavrit hjá einari familju
 
08.05.2017 - 15:56

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt klagu um, at ein barnaverndartænasta hevði biðið um kontuavrit fyri at kanna nýtsluna á kontum hjá tveimum umsorganaryvirtiknum børnum.

Einki sást í málinum um, at nakað serstakt var ásett viðvíkjandi myndugleikanum at ráða yvir pengunum hjá børnunum, skrivar heimasíðan hjá Løgtingsins umboðsmanni.

Barnaverndartænasta fekk upplýsingar frá eini fyrrverandi fosturmammu, sum helt, at mamman at fyrrverandi forsturbarni hennara hevði brúkt av kontum hjá barninum.

Vildu síggja nýtsluna

Barnaverndartænastan bað síðani bankar um kontuavrit av kontum hjá barninum og einum systkini, sum eisini var umsorganaryvirtikið, fyri at síggja nýtsluna á kontunum. 

Foreldur hava vanliga foreldramyndugleika yvir børnum sínum til børnini verða 18 ára gomul. Tað merkir, at tann, ið hevur foreldramyndugleikan, kann taka avgerðir um persónlig viðurskifti hjá barninum við atliti til barnið.

Samstundis upplýsti barnarverndartænastan fyri bankunum, at børnin vóru umsorganaryvirtikin. Umboðsmaðurin metti, at mamman, sum hevði foreldramyndugleikan, hevði hendan myndugleikan.

Umboðsmaðurin gav barnaverndartænastuni átalu fyri at biðja um kontuavritini og upplýsa fyri bankunum, at børnini vóru umsorganaryvirtikin, skrivar heimasíðan lum.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. januar
Mono - Ein sangferð í Europa (2:5)
186410
Hósdag 16. januar
«Brúdleyp í Kána»
186392
Hósdag 16. januar
Morgunlestur hósdagur 16. januar 2025
186262
Mikudag 15. januar
Skratsj 15. januar 2025
186353
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275