- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søvnini eru ov ósjónlig
Søvnini eru ov ósjónlig
Meira má gerast til tess at Fornminnissavnið og bygdasøvnini verða sjónligari í samfelagnum
07.05.2017 - 12:10
Fornminnissavnið og bygdasøvnini eru ov ósjónlig, og nógv fornminni eru ikki kannað ella hildin viðlíka.
Tað stendur í niðurstøðuni í tilmælinum um ferðavinnu, sum er handað landsstýrismanninum.
Bólkurin, ið hevur gjørt tilmælið heldur, at tørvur er á, at lands- og bygdasøvn samskipa sítt virksemi og virka fyri hægri dygd á søvnunum kring landið.
Somuleiðis er neyðugt at seta størri orku av til kunning, skelti og annað.
Tað er ein bólkur við starsvfólkum úr uttanríkis- og vinnumálaráðnum, umboðum fyri kunningarstovurnar, kommunurnar og onnur, ið hevur skrivað heildarætlanina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV