- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýtt forrit brúkast til royndirnar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/landsroynd.jpg?itok=aPqeEyMH)
Tá 9. og 10. flokkarnir fara til próvtøku í summar, skulu bara próvdómarar rætta uppgávurnar. Vanligt hevur annars verið, at tær hava verið rættaðar í forritinum eisini.
Skal landsroyndin halda fram, so má eitt nýtt forrit fáast til vega. Tað er úrslitið, eftir at talgilda landsroyndin miseydnaðist, og Próvstovan hevur gjørt av, at sama forrit skal ikki nýtast í framtíðini.
Próvstovan hevur sagt sáttmálan við fyritøkuna C-net upp. Tað hendi eftir at ætlaða landsroyndin í gjár miseydnaðist, tí forritið, ið skuldi nýtast til royndina, ikki virkaði.
Gamli sáttmálin farin úr gildi
Próvstovan hevur havt sáttmála við C-net, sum hevur veitt tænastuna til royndina, men nú er tann avtalan farin úr gildi, sigur Regin Marnersson, stjóri á Próvstovuni.
Talan var um forritið, Chamilo, sum ikki virkaði sum tað skuldi, men hví so var, veit stjórin á Próvstovuni ikki at siga. Chamilo er eitt útlendskt forrit.
Avgerð er samstundis tikin um, at ætlaða landsroyndin ikki verður nú, og um hon verður seinni, er ikki greitt. Men skal hon vera, so er neyðugt við einum nýggjum forriti.
SÍ EISINI Próvstovan dumpaði
Tað er ein politisk avgerð um landsroyndin skal vera, og um landsroyndirnar skulu halda fram, sigur Regin Marnersson. Próvtøkan í 9. og 10. flokkunum verður sum vanligt í summar, men heldur ikki tá verður forritið, Chamilo, nýtt.
Tað hevur við sær, at næmingarnir undir próvtøkuni kunnu skriva stíl á telduni, men stílurin verður síðani printaður út, koyrdur í ein brævbjálva og síðani latin einum próvdómara at rætta.
Tað metir stjórin á Próvstovuni ikki vera nakran trupulleika, tí Próvstovan hevur próvdómarar, sum taka sær av at rætta uppgávur, sigur hann. Tað, sum hevur týdning, er, at næmingarnir sleppa til próvtøku, so teir kunnu fara víðari á lívsleiðini, sigur stjórin á Próvstovuni.