- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lítil frálæra um íverkseting í skúlanum
Tað sigur Fonden for entreprenørskab í einari frágreiðing um íverkseting í oyggjum í Norðurlondum. Grunnurin hevur biðið um fund við Føroyanevndina hjá Fólkatinginum.
Sagt verður, at í Føroyum er eingin strategi fyri at hava íverkseting í skúlunum, tað er at læra tey ungu at hugsa um nýskapan, síggja møguleikar og gera hugskot til veruleika.
Fáir íverksetarar stovna eina fyritøku
Sagt verður eisini, at sera fáir skúlanæmingar í Føroyum stovna eina fyritøku. Frágreiðingin hjá Fonden for entreprenørskab sigur, at knappliga níggju prosent av næmingunum í miðnámi í Føroyum lærdu um íverkseting skúlaárið 2015-16.
Í Danmark var hetta talið nógvar ferðir størri, tað var næstan 37 prosent. Í hægri útbúgvingum er støðan enn verri, sigur frágreiðingin. Har fáa bara góð fimm prosent undirvísing um íverkseting.
Í Danmark er talið góð 16 prosent. Fonden for entreprenørskab hevur eina rúgvu av uppskotum um, hvussu til ber at hava meira undirvísing um íverkseting í føroysku skúlanum.