Landið sparir 144.000 um árið

Landið sparir 144.000 um árið
Landskassin sparir 12.000 krónur um mánaðin eftir aðalfundin hjá partafelagnum Eysturoyar- og Sandoyartunlar, tí nevnd felagsins er minkað
Nú eru fimm nevndarlimir hjá partafelagnum Eysturoyar- og Sandoyartunlar í staðin fyri sjey. Landið sparir 12.000 krónur um mánaðin
 
03.05.2017 - 10:49

Nú eru fimm nevndarlimir hjá partafelagnum Eysturoyar- og Sandoyartunlar í staðin fyri sjey. Henrik Old sigur, at nú fíggingin til tunlarnar er fingin í lag, hevur nevndin minni at gera.

Vanligu nevndarlimirnir í P/f Eysturoyar- og Sandoyartunlar fáa 6.000 krónur um mánaðin. Bergur Poulsen er framvegis nevndarformaður.

Nevndarformaðurin fær 16.000 krónur um mánaðin. Evy Jacobsen er næstforkvinna. Hon fær 8.000 krónur um mánaðin í nevndarsamsýning.

Fara at spara aðrastaðni

Hini í nevndini eru Ewald Kjølbro, Marita Hentze og Gudmund Mortensen, sum er nýggjur í nevndini. Samferðslumálaráðið varðar av 16 nevndum og ráðum.

Henrik Old, landsstýrismaður, sigur, at vísir tað seg, at onkur nevnd ella okkurt ráð hevur minni at gera, so verða tey minkað. Henrik Old sigur, at hann sparir har, sum tað ber til.

Millum annað flutti hann Arbeiðseftirlitið úr hølum, sum kostaðu nógv at leiga, í høli, sum landið eigur, og tí einki kosta at leiga, sigur hann.

   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109