- Tíðindi, mentan og ítróttur
Havborg á land
Havborg á land
Rækjutrolarin Havborg úr Leirvík strandaði í Tromsø seint í gjárkvøldið, skrivar norska blaðið Nordlys
03.05.2017 - 08:20
Eitt bjargingarskip royndi at toga Havborg av aftur í gjárkvøldið, men tað lukkaðist ikki. Avgjørt varð tí at bíða eftir flóðini.
Sum skilst hevur Havborg siglt á eina sandgrynnu, men hevur ikki fingið skaða. Sambært heimasíðum, sum vísa, hvar skip eru stødd, er Havborg komin av aftur í morgun.
Sambært vesselfinder.com liggur Havborg nú við bryggju í Tromsø.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV