- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bygdirnar í høvuðsstaðarkommununi vetrarfriðast
Bygdirnar í høvuðsstaðarkommununi vetrarfriðast
Nú skal seyðurin burtur úr øllum bygdunum í Tórshavnar kommunu. Høvuðsstaðarkommunan fer at brúka eina millión til vetrarfriðing í ár
03.05.2017 - 09:38
Nú verður av álvara farið undir at vetrarfriða bygdirnar í Tórshavnar kommunu. Á seinasta býráðsfundi varð sett av ein millión krónur til vetrarfriðing í ár.
Pengarnir, sum verða brúktir til vetrarfriðing, fara til hegn, endurgjald til seyðaeigarar fyri mist vetrarbit og arbeiðið.
Arbeiðið í Nólsoy verður gjørt liðugt fyrst. Síðani verður farið til Kollafjarðar. Tað fer at kosta eina millión krónur at vetrarfriða bygdirnar í Tórtshavnar kommunu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV