- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útstykkingar darvaðar av vantandi arbeiðsmegi
Útstykkingar darvaðar av vantandi arbeiðsmegi
56 fólk bíða eftir grundøki í Vága kommunu. Trupult er at finna arbeiðsmegi til at gera útstykkingarnar
02.05.2017 - 08:30
Tað gongur spakuliga fram á við útstykkingunum. Trupult at finna arbeiðsmegi, tí so nógv byggivirksemi er í landinum, skrivar Vága kommuna á heimasíðuni.
Stykkjað verður út í Vatnsoyrum, Sandavági og Miðvági. Í Vatnsoyrum noyddist kommunan at keypa meira lendi enn upprunaliga ætlað.
Tey grundstykkini verða klár at selja um góðar fýra vikur. Við Stóraklett í Sandavági verður klárt at selja grundstykki um einar seks vikur, og í Miðvági er útstykkingin júst byrjað.
Væntandi verður tann útstykkingin liðug í heyst. Størsti gravgangur er eftir grundstykkjum í Miðvági. Har standa 38 fólk á bíðilista. Í Sandavági eru 18 á bíðilista.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV