- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útlánini minka, innlánini vaksa

Úrslitið hjá samtakinum er 57 mió. kr. fyri skatt, tað var 25 milliónir í fjør, og 43 milliónir eftir skatt. Okkurt um helvtin, 27 milliónir fyri skatt, stavar frá virkseminum í Grønlandi og Danmark.
Hóvligi útlánsvøksturin er orsøkin til góðu gongdina, sigur Árni Ellefsen, forstjóri. Í fyrsta ársfjórðingi vóru rentuinntøkurnar undir støðugum trýsti, men inntøkurnar frá tænastugjøldum eru vaksnar nakað.
BankNordik hevði ikki eina krónu í niðurskrivingum av útlánum í fyrsta ársfjórðingi í ár. Triðingur av útlánunum er vinnulán, tveir triðingar eru lán til fólk, sum millum annað byggja.
Útlánini í fyrsta ársfjórðingi í ár vóru 802 milliónir minni enn í fyrsta ársfjórðingi í 2016. Men innlánini vuksu 200 milliónir.