- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ongar landsroyndir fyribils
- Forritið, ið skipanin byggir á, megnaði ikki í okkara uppseting at svara fyrispurningum frá teimum umleið 700 næmingunum nóg skjótt, sigur stjórin á Námi á heimasíðuni.
Ætlanin var annars, at allir næmingar í fjórðu- og sættuflokkunum í Føroyum skuldu til landsroynd í morgun, men tað bleiv av ongum, tá trupulleikar aftur vóru við KT-skipanunum.
SÍ EISINI Landsroyndin (aftur, aftur, aftur) avlýst
- Hóast tillagingar í tøkni og útgerð mugu vit staðfesta, at forritið ikki megnar at avgreiða royndina hjá øllum næmingunum nóg væl, og tí verða landsroyndirnar 2017 avlýstar á hesum sinni, sigur Nám.
Í mars segði Rigmor Dam, landsstýriskvinnan í mentamálum, við útvarpið, at riggar telduskipanin til landsroyndina ikki nú, er hon til reiðar at steðga landsroyndunum, til viðurskiftini eru fingin í rættlag.
- Vit hava gjørt alt, sum vit kunnu fyri at bøta um skipanina, men hon (skipanin, red.) riggar kortini ikki, segði Regin Marnersson, stjóri á Námi, við útvarpið í morgun.