Henrik Gerster er farin

Henrik Gerster er farin
Ein stór hondbóltsstjørna slóknaði í gjár, tá ið Henrik Gerster andaðist, 52 ára gamal
Henrik Gerster avmyndaður í venjarabúna hjá Odder Håndbold, har hann skuldi taka við sum venjari í næstum
 
01.05.2017 - 17:24

Henrik Gerster hevur seinastu mongu árini verið ein profilur í føroyskum hondbólti.

Hann var ættaður úr Ollerup nærhendis Svendborg á Fjóni, og var í árunum frá 1992 til 2001 profilur á besta liðnum hjá GOG, sum vann fleiri donsk meistaraheiti tey árini.

Sjálvur spældi Henrik Gerster umleið 500 dystir í fremstu donsku deildini, umframt at hann í 1994 spældi tríggjar A-landsdystir fyri Danmark og í fleiri umførum spældi evropeiskan hondbólt við GOG.

Umframt GOG spældi Gerster eisini fyri SH, Nyborg og Holte í Danmark, og harafturat royndi hann seg eisini í tveimum týskum feløgum, SG Hameln og Wuppertal.

Føroyska tilveran hjá stóra og hartskjótandi bakkinum byrjaði sum leikandi venjari í H71, og gjøgnum mong ár var hann venjari í fleiri føroyskum feløgum. Hann vann fýra føroysk meistaraheiti, fýra steypafinalur og var harumframt eisini landsliðvenjari eitt skiftið.

Ímeðan hann virkaði sum venjari, nam Gerster sær eisini hægstu venjaraútbúgvingina innan hondbólt: EHF Master Coach, sum hann gjørdist liðugur við í fjør.

Hansara seinasta starv sum hondbóltsvenjari var í Noregi, og komandi uppgávan bíðaði eftir honum í Odder Håndbold, har hann skuldi taka við sum venjari til komandi kappingarár. 

Henrik Gerster var giftur og búsitandi í Føroyum, men var staddur í Danmark í gjár, tá ið hann andaðist. Hann doyði av einum hjartatilburði, skrivar Odder Håndbold í tíðindaskrivi. Henrik Gerster gjørdist 52 ára gamal.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772