- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skjóta Streymoyarmegin seinnapartin
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, skjýtur fyrsta skotið.
Annika Olsen og Henrik Old, landsstýrismaður, halda røður, og øll eru vælkomin, sigur P/f Eysturoyar- og Sandoyartunlar.
Bussur fer frá bilplássinum við Hotel Tórshavn í Tórsgøtu í Havn kl.13.00.
Eftir skotið fer bussurin til Dugna, har ein drekkamuður verður at fáa og oman aftur í býin, tá tiltakið er liðugt.
Eysturoyartunnilin verður 11,3 km. langur. Mánadagin, 24.apríl, vórðu sprongdir 210 metrar, síðani fyrsta skotið varð skotið á Strondum 21.februar.
Eysturoyartunnilin skal vera liðugur í 2020. Tórshavnar kommuna ætlar at brúka grót úr tunlinum til havnarlagið á Sundi, sigur Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar kommunu.
Hann sigur, at ætlanin er at flyta útfyllingina eystureftir fyri at varðveita Sundsá og ósan á Sundi. Grønur geiri verður gjørdur millum verandi havnarlag og útfyllingina, og farleið verður gjørd millum gomlu og nýggju havnina.
Eftir ætlan verður fyrsta grótið flutt á Sund í september í ár. Tá verður farið undir at fylla út eystanfyri Sundsá og ósan.
Havnarlagið á Sundi verður millum 40.000 og 50.000 fermetrar størri, tá arbeiðið er liðugt í 2020.