- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj meting: Munandi meira olja í Barentshavinum
Nýggj meting: Munandi meira olja í Barentshavinum
Tvífalt so nógv olja og gass er at finna í eystara partinum av Barentshavinum enn uprunaliga mett, sigur norska Oljudirektoratið.
26.04.2017 - 08:15
Olja og gass, sum hevur eitt virði uppá 900 milliardir norskar kr, 725 milliardir danskar krónur, kann vera at finna í eystara partinum av Barentshavinum.
Tað upplýsir norska Oljudirektoratið, eftir at hava gjørt nýggjar kanningar á leiðini.
Økið sum nú er kannað av nýggjum, er 170.000 ferkilometrar, og tað sum nú verður roknað við at finna av olju og gassi, er tvær ferðir meir enn fyrr hildið.
Samstundis hevur Statoil boðað frá, at felagið nú aftur fer at bora og leita eftir olju í Barentshavinum, tað hevur felagið ikki gjørt seinastu tvey árini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV