Gleðiboð: Frítíðarlønin kemur týsdagin

Gleðiboð: Frítíðarlønin kemur týsdagin
Týsdagin, 2. mai, fáa sløk 30.000 fólk tilsamans 406 milliónir krónur í frítíðarløn fluttar á konto.
 
26.04.2017 - 16:22

Týsdagin, 2. mai, kemur frítíðarlønin á kontu í peningastovnunum. 

29.516 fólk fáa frítíðarløn í ár, og tey fáa tilsamans 406 milliónir krónur.  Tað er í miðal góðar 13.700 krónur. Tað sigur Taks.

Frítíðarlønin verður altíð goldin á somu kontu, sum tú fekst frítíðarløn inn á í fjør, um tú ikki hevur boðað frá broyting. 

Og tey, sum ikki hava kontu at flyta frítíðarlønina á, skulu ikki fella í fátt. 

Sonevndur "slippur" verður sendur til tann, sum eigur frítíðarlønina. Slippurin skal latast einum av peningastovnunum, sum síðan rindar út frítíðarlønina. 

Men er slippurin ikki latin peningastovni innan eitt ár, fellur peningurin til Frítíðargrunnin, sigur Taks.

Tey, sum hava Mín-boks hava longu fingið boð um, hvussu nógva frítíðarløn tey fáa. Vit onnur mugu bíða, til Posta hevur borið út brøvini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109