- Tíðindi, mentan og ítróttur
Xi Jinping og Trump tosað um Norður Korea
Kinesiski forsetin, Xi Jinping heitti í gjár á allar partar um at sissa seg, tá hann tosaði við amerikanska forsetan, Donald Trump í telefon um Norður Korea.
Reuters skrivar, at samrøðan snúði seg um hernaðarvenjingina, sum Japan og USA skulu hava í koreanskum sjógvi.
Amerikanski forsetin hevur sent flogbera-flota móti koreanskum sjógvi sum eina ávaring, nú stúran er um, at Norður Korea ætlar sær at gera enn eina kjarnorkuvápna-royndarspreinging í stríð við ST-samtyktir og tiltøkini, sum ST hevur sett í verk.
Boð komu úr Norður Korea um, at hernaðarvenjingin er eitt "serstakliga vandamikið stig hjá teimum, sum hava ætlanir um kjarnorkukríggj og at gera innrás í Norður Korea".
- USA eigur ikki at missa tamarhaldið og eigur við nærlagni at umhugsa allar vanlukkuligar avleiðingar av hesum tápuligum hernaðarligu gerðum, skrivaði almenna tíðindablaðið hjá ráðandi Arbeiðaraflokkinum í Norður Korea.
- Tað einasta, sum er vist fyri tey, sum leypa á, eru deyðir kroppar, stendur í blaðnum, sambært Reuters.
Í eini tíðindasending í almenna sjónvarpinum hóttir Norður Korea eisinbi USA og umheimin við kjarnorkukríggi:
- Vit hava kjarnorkuvápn, og vit fara at brúka tey móti USA, ljóðaðu boðini, sum vórðu lisin upp av einum verti á KRT.
Tvey japansk oyðara-skip eru saman við amerikanska herflotanum, og Suður Korea hevur sagt, at tey eisini umhugsa at vera við í hernaðarvenjingum.
Í dag hevur norðurkoreanski herurin 85 ára stovningardag, og áður hevur landið royndarsprongt kjarnorku ella rakettir á slíkum hátíðardøgum.
Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur lovað at forða fyri, at Norður Korea skal fáa førleikar at raka USA við kjarnorkuvápnum, og hann hevur sagt, at allir møguleikar eru á borðinum, eisini hernaðarligt álop.