Veljarakanning: May fer at vinna valið

Veljarakanning: May fer at vinna valið
Konservativi Flokkurin við Theresu May á odda fer at vinna stórsigur á valinum 8. juni
 
19.04.2017 - 08:14

Tað vísir ein veljarakanning hjá The Times, sambært Reuters og Politiken. Tey konservativu fara at fáa 382 sessir av teimum 650 sessunum í parlamentinum. Hetta er ein rættiliga stór framgongd, tí í dag hevur flokkurin 330 sessir.

Størsti andstøðuflokkurin Labour fær 179 sessir. Hetta er ein munandi afturgongd, tí í dag hevur Labour 229 sessir.

Valserfrøðingurin Michael Thrasher, sigur við The Guardian, at tey konservativu fara at fáa eitt sera gott val. Enn betri enn veljarakanningin sigur. Eftir hansara meting fara tey konservativu at fáa  395 sessir, meðan Labour fær 164 sessir.

Flestu veljararnir taka undir við avgerðni hjá Theresu May um at skriva út nýval. Ein meiningarkanning hjá The Guardian/ICM vísir, at 55% av teimum spurdu siga seg taka undir við avgerðini, meðan 15% siga seg vera ímóti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109