- Tíðindi, mentan og ítróttur
Parlamentið sigur »ja« til nýval
Parlamentið í London hevur fyri løtu síðani við 522 atkvøðum fyri og 12 ímóti atkvøtt fyri, at bretar skulu á val 8. juni í summar, skrivar tíðindastovan hjá Ritzau.
Sostatt er greiður meiriluti fyri, at bretar skulu á val í úrtíð í summar. Í minsta lagi tveir triðingar av øllum atkvøðunum í undirhúsinum skuldu atkvøða fyri, at val kann útskrivast.
Theresa May, forsætisráðharri, sigur orsøkina til valið í úrtíð vera, at meðan landið savnar seg í kjalarvørrinum á Brexit ger parlamentið júst tað øvugta.
Stendur til at vinna valið
Konservativi flokkurin við Theresu May á odda fer at vinna stórsigur á valinum í juni, vísir ein nýggj meiningakanning, blaðið The Times hevur gjørt.
Konservativi flokkurin fær, sambært meiningakanningini, 382 av teimum 650 sessunum í undirhúsinum. Flokkurin hevur í dag 330 sessir.
Størsti andstøðuflokkurin, Labour, fær 179 sessir, vísir kanningin. Tað er ein munandi afturgongd, tí sum er hevur Labour 229 sessir í undirhúsinum.