Undantaksstøðan í Turkalandi leingjast

Undantaksstøðan í Turkalandi leingjast
Stjórnarflokkurin í Turkalandi kann seta í verk nýggjar lógir uttan um tjóðartingið, so leingi undantaksstøðan í Turkalandi stendur við
Turkiska stjórnin ætlar at leingja undantaksstøðuna í landinum. Tað upplýsti turkiski varaforsætisráðharrin, Nurman Kurtulmus, í gjár
 
18.04.2017 - 10:16

Turkiska stjórnin ætlar at leingja undantaksstøðuna í landinum. Tað upplýsti turkiski varaforsætisráðharrin, Nurman Kurtulmus, í gjár.

Tað hendir dagin eftir, at ein meiriluti av fólkinum atkvøddi ja fyri at broyta stjórnarskipanina í landinum og geva forsetanum meira vald. Tað skrivar DR.

Eftir kvettroyndina í juli ásetti forsetin undantaksstøðu í landinum í fimm dagar. Síðan tá er undantaksstøðan longd tvær ferðir. Seinastu ferð var 3. januar í ár.

Talufrælsið kann avmarkast

Undantaksstøðan gevur stjórnarflokkinum, AKP, heimild til at seta nýggjar lógir í gildi uttan um tjóðartingið. Eisini kann stjórnin avmarka talufrælsið hjá borgarunum og frælsið at savna seg í størri bólkar.

Síðan kvettroyndina eru yvir 40.000 fólk handtikin og 125.000 almenn starvsfólk eru koyrd úr starvi. Tjóðartingið verður savnað í dag at umrøða undantaksastøðuna í Turkalandi.

Broytingin í stjórnarskipanini, sum varð samtykt á fólkaatkvøðu sunnudagin, fer at geva forsetanum enn størri vald. Millum annað kann hann útnevna allar ráðharrar uttan at tjóðartingið skal góðkenna teir. Hann kann eisini seta undantaksstøðu í verk og koyra tjóðartingið frá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109