- Tíðindi, mentan og ítróttur
Handtiknir fyri yvirgangsætlanir
Innanríkisráðið í Fraklandi upplýsir, at tveir menn eru handtiknir í Marseille, fyri at hava ætlanir um at fremja álop í sambandi við franska forsetavalið sunnudagin.
- Teir handtiknu eru 23 og 29 ára gamlir, og vórðu handtiknir tíðliga í morgun. Tað segði Matthias Fekl, innanríkisráðharri í Fraklandi, á tíðindafundi seinnapartin.
Ikki ókendir fyri løgregluni
Teir báðir handtiknu menninir er radikaliseraðir og løgreglan visti um teir báðar menninar frammanundan handtøkunum í dag.
- Hesir radikaliseraðu mennnir eru føddir í 1987 og 1993, og hava franskan ríkisborgaraskap, høvdu ætlanir um at fremja álop skjótt, - eitt álop á franskari jørð, sigur Matthias Fekl.
Fekl sigur, at løgreglan fremur húsarannsóknir og hevur hert trygdina undan forsetavalinum í sambandi við forsetavalið. Fekl segði einki um, hvar ella hvussu menninir ætlaðu at leypa á, skrivar Ritzau.