- Tíðindi, mentan og ítróttur
8.000 flóttafólk tikin upp
8.000 flóttafólk tikin upp
Yvir 8.300 flóttafólk, sum eru farin úr Libya í gummibátum og træbátum og hava sett leiðina móti Italia, eru tikin upp í Miðjarðarhavinum á páskum
Mynd: AP
18.04.2017 - 09:08
Menniskjasmuglararar gjørdu sær dælt av góða veðrinum fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin og sendu fleiri túsund fólk avstað í smábátum við leið móti Evropa.
Bjargingarskip tóku yvir 8.300 fólk upp, men ikki øll hóraðu undan ferðini um havið. Átta fólk hava latið lív, sigur Carlotta Sami, talskvinna fyri flóttafólkaskrivstovuna hjá ST.
Sambært Altjóða Felagsskapinum fyri Fólkaflyting eru útvið 32.000 flóttafólk komin til Evropa higartil í ár. Yvir 650 eru antin deyð ella ikki afturíafturkomin, sigur Reuters tíðindastovan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV