Jógvan meir í løn

Jógvan meir í løn
Samsýningarnar til borgarstjórin og býráðslimarnar í Klaksvíkar kommuna hækka, eftir at Húsa og Klaksvíkar Kommunu løgdu saman
 
13.04.2017 - 13:45

Sambært kunngerðini til kommunustýrislimir, verða lønir og samsýningar ásettar eftir fólkatalinum í kommununum.

Kunngerðin sigur, at borgarstjórar í kommunum, ið hava millum 1.500 og 4.999 íbúgvar, fáa løn, ið svarar til 37. lønarflokk í sáttmálanum millum Tænastumannafelagið og landið, tað svarar til umleið 47.800 krónur um mánaðin.

Borgarstjórar í kommunum við millum 5.000 og 9.999 íbúgvar fáa løn sambært 38. lønarflokki, og knappar 52.000 túsund krónur um mánaðin.

Fólkatalið í Klaksvík fóru uppum 5000 eftir at Húsa Kommuna og Klaksvíkar kommuna løgdu saman á nýggjárinum, og tí hevur Klaksvíkar býráð samtykt við fyrru viðgerð, at hækka lønina hjá borgarstjóranum og samsýningina hjá býráðslimunum.

Verður málið eisini samtykt við aðru viðgerð, fær Jógvan Skorheim, borgarstjóri, góðar 52.000 túsund krónur í løn um mánaðin, sum borgarstjóri í Klaksvík. Onnur viðgerð stendur at vera á býráðsfundinum fjóðra mai.

Best lønti borgarsstjóri í Føroyum er kortini borgarstjórin í Havn, tí sambært kunngerðini um samsýning til kommunustýrislimir, so fáa borgarstjórar í kommunum, ið hava 10.000 íbúgvar ella fleiri, løn, ið svara til 39. lønarflokk hjá tænastumannafelagnum, og tað eru góðar  55.600 krónir um mánaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859