Nógv at gera í vinnuni

Nógv at gera í vinnuni
222 fleiri arbeiddu í byggivinnuni í januar í ár enn í fjør og 244 fleiri hjá tí almenna
 
10.04.2017 - 08:08

Nógv er at gera í byggivinnuni og hjá tí almenna. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni. 222 fleiri arbeiddu í byggivinnuni í januar í ár enn í fjør og 244 fleiri hjá tí almenna.

Men í fiskivinnuni og alivinnuni vóru 13 færri arbeiðspláss í ár. Í januar í ár vóru 25.807 løntakarar í Føroyum,  meira enn 2000 fleiri enn fyri trimum árum síðani.

Heldur vøksturin fram við somu ferð sum nú, verður 2017 ikki bara árið, tá fólkatalið í Føroyum fór upp um 50.000, men eisini árið við flestu løntakarum, tað vil siga fleiri enn í 2007 og 2008.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172