- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri leys lærarastørv
Fleiri leys lærarastørv
Nú eru 39 føst lærarastørv í fólkaskúlanum leys at søkja, kunnger Mentamálaráðið. Størvini verða sett næsta skúlaár, sum byrjar 1. august
06.04.2017 - 08:10
Harafturat eru nógv tíðaravmarkað lærarastørv leys. Tey eru fyri eitt skúlaár ella styttri enn tað. Tíðaravmarkað størv eru í flestu skúlunum.
Føstu størvini eru í Tórshavnar kommunu, Klaksvík, Fuglafirði, Kvívík, Runavík, Meginskúlanum í Sandoynni, á Giljanesi, í skúlanum við Streymin, á Tvøroyri, í Sumba, Vági og í Sørvági.
Í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík eru millum annað tvey størv sum varaskúlastjóri leys at søkja.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV