- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trý deyð í bussvanlukku
Trý fólk eru deyð eftir eina ferðsluvanlukku á E45-motorvegnum, miðskeiðis inni í landinum har suðuri í Svøríki, sum hendi umleið klokkan sjey í morgun, skrivar norska blaðið, VG.
Sjúkrahúsið í Östersund upplýsti á tíðindafundi fyri løtu síðani, at higartil eru trý fólk deyð og seks onnur hava fingið álvarsligar løstir eftir ferðsluvanlukkuna í morgun.
SÍ EISINI Nógv løstað: Bussur við skúlabørnum koppaður
52 skúlanæmingar, sum ganga í áttanda flokki, vóru við í skúlabussinum, tá hann av ókendum orsøkum koppaði runt og fór út av vegnum. Harumframt vóru seks vaksin og førarin í bussinum.
Stefan Löfven, forsætisráðharri í Svøríki, hevur lýst landasorg eftir bussvanlukkuna í morgun, sum fyribils hevur kravt trý lív. Orsøkin til bussvanlukkuna er ikki greið enn, upplýsa myndugleikarnir.