- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv løstað: Bussur við skúlabørnum koppaður
Ein skúlabussur við 58 fólkum er í morgun koppaður á E45-motorvegnum við Sveg og Fågelsjö (frámerkt á korti niðan fyri), skriva fjølmiðlar í Svøríki í morgun sambært NRK.
- Vit vita enn ikki, hvussu nógv fólk eru komin til skaða, sigur Marie Andersson, talskvinna hjá løgregluni, sambært almenna svenska sjónvarpinum. SVT.
Greinin heldur fram niðanfyri
Til samans 58 fólk vóru í skúlabussinum, tá vanlukkan hendi - 52 børn og seks vaksin, skrivar Östersundsposten. Flestu fólkini svóvu, tá vanlukkan hendi, skrivar blaðið.
Tað var umleið klokkan sjey í morgun, at skúlabussurin við teimum 58 fólkunum fór út av E45-motorvegnum. Fleiri hava fingið løstir, men enn er ikki fráboðan komin um, at fólk eru deyð.
Enn er óvist, hví vanlukkan hendi, siga talsfólk hjá løgregluni. Leygarmorgunin var kuldin niðan fyri frostmarkið og tað var hált í økinum, har bussvanlukkan hendi í morgun.