Fleiri enn 200 deyð eftir skriðulop

Fleiri enn 200 deyð eftir skriðulop
Talið á deyðum veksur eftir at áir floymdu í útsynningspartinum í Kolumbia, upplýsir Reyði krossur. Hundraðtals familjur eru saknaðar
Hundraðtals fólk eru deyð eftir eitt skriðulop í útsynningspartinum í Kolumbia leygardagin. Nógv onnur hava fingið løstir og uppaftur onnur eru saknað
Mynd: AP  
 
02.04.2017 - 12:36

Higartil eru 206 fólk deyð í kjalarvørrinum á einum skriðulopi í býnum, Mocoa, í Kolumbia leygardagin, 200 onnur fólk eru løstað og hundraðtals onnur eru eisini saknað.

Heilir býarpartar eru skolaðir burtur eftir at áir í økinum floymdu yvir áarbakkarnar leygardagin, upplýsir Juan Manuel Santos, forseti í Kolumbia, sambært lokalum fjølmiðlum.

Talið á deyðum fer helst eisini at vaksa komandi dagarnar so hvørt sum bjargingarfólk grava seg ígjøgnum harðast raktu økini í útsynningspartinum í Kolumbia.

Greinin heldur fram niðanfyri

Nógv regn síðstu dagarnar hevur elvt til, at tríggjar áir í økinum leygardagin floymdu yvir áarbakkarnar og elvdu til vanlukkuna. Bara leygarnáttina regnaði líka illa sum tað vanliga ger hálvan mars mánað.

Fólk í økinum vórðu ávarað um vandan fyri skriðulopi undan vanlukkuni. Tískil náddu nógv at flýggja frá húsum, og vanlukkan kundi verið enn størri, enn hon var, sigur forsetin í Kolumbia.

Tað búgva umleið 40.000 fólk í býnum, Mocoa, sum er rakt av skriðulopinum. Reyði krossur er í løtuni í gongd við at veita hjálp til fólkini í økinum, og at hjálpa til í leitiarbeiðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109