Ferðin á innflutninginum enn høg

Ferðin á innflutninginum enn høg
Føroyingar keypa framvegis bilar sum sjálvdan fyrr. Átta nýggir persónbilar verða nú innfluttir í Føroyum hvønn gerandisdag
Vøksturin í bilainnflutninginum heldur fram við sama lag. Fyrsta ársfjórðingin í ár vórðu 485 nýggir persónbilar innfluttir, tað eru 21 fleiri enn sama tíðarskeið í 2016
 
02.04.2017 - 13:36

Heldur tú teg síggja alsamt fleiri nýggjar bilar á føroysku vegunum, so ert tú kanska ikki heilt á skeivari kós. Í øllum førum ikki um hugt verður at nýggjastu tølunum hjá Akstovuni.

Tí føroyingar keypa framvegis nógvar nýggjar persónbilar. So mikið nógvar, at vøksturin, sum hevur verið í Føroyum teir seinastu mánaðirnar, heldur fram við sama lag.

SÍ EISINI Vøksturin heldur fram

485 nýggir persónbilar vórðu innfluttir fyrsta ársfjórðingin í ár. Í fjør vórðu 464 nýggir persónbilar fluttir inn í landið frá 1. januar til og við 31. mars vísir uppgerðin hjá Akstovuni.

Í mars vórðu 190 nýggir persónbilar innfluttir í Føroyum. Tað svarar til, at tað hvønn gerandisdag í mars mánað í ár vórðu innfluttir meira enn átta persónbilar í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV