Danir minkandi álit á fjølmiðlunum

Danir minkandi álit á fjølmiðlunum
Fjórði hvør danskari ivast í trúvirðinum hjá fjølmiðlunum. Tað eru serliga ungir danir, sum hava minkandi álit á fjølmiðlarnar
Danskarar hava ikki stórt álit á fjølmiðlunum, vísir ein nýggj meiningakanning. Ein av orsøkunum eru følsku søgurnar í samband við forsetavalið í USA í fjør
 
02.04.2017 - 10:25

24,3 prosent av dønum halda ikki, at trúvirðið hjá teimum stóru fjølmiðlunum er stórt, vísir ein meiningakanning, greiningafyritøkan, Wilke, hevur gjørt fyri Jyllands Posten.

- Tað staðfestir tað, fleiri hava óttast. At fólk hava trupult við at kenna mun á sonnum og følskum tíðindum, og tað skal takast í álvara, sigur Jan Birkemose, miðlagreinari.

Verri millum ungfólk

Tað eru serliga ungfólk í Danmark, sum nú ivast í trúvirðinum hjá fjølmiðlunum. 28,1 prosent av teimum 18-29 ára gomlu halda ikki, trúvirðið hjá fjølmiðlunum er stórt.

- Skúlaverkið í Danmark er longu í ferð við at undirvísa børnunum í keldukritikki, so tey betur kunnu taka dagar ímillum sonn og følsk tíðindi, sigur Mette Risager, ráðharri í undirvísingarmálum.

Kjakið um "Fake News" tók dik á seg í kjalarvørrinum á amerikanska forsetavalinum í fjør. Tá varð avdúkað, at tíðindi, sum ikki vóru sonn, ferðaðust skjótt á sosialu miðlunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109