Tvey lið í Italia

Tvey lið í Italia
Tvey ferðaløg úr Føroyum eru í hesum døgum í Padua í Italia, har altjóða kapping í estetiskum fimleiki er um vikuskiftið.
Team Hydra er eitt av føroysku liðunum, sum kappast í Padua
Mynd: Haldur Suni  
 
31.03.2017 - 13:23

Talan er um unglingaliðið hjá Støkk, Vípan, og kvinnuliðið hjá Fimleikafelagnum Ljósið, Team Hydra, sum leygardagin skulu kappast við bestu lið í heiminum um møguleikan at koma í finaluna sunnudagin. Kvinnurnar kappast í World Cup kapping, meðan unglingarnir kappast í Challenge Cup.


Mynd Haldur Suni

Kappingin eitur III Mediterranean Countries Open AGG, og verður hildin í Padua í Italia. Til ber at fylgja við live stroyming av kappingini á hesari síðuni

 

Kappingin hjá unglingum og kvinnum byrjar klokkan 15 leygardagin og er skipað á tann hátt, at unglingar og kvinnur skiftast um at vera á gólvinum. Vípan skal á gólvið sum nummar 6 av unglingaliðunum, og Team Hydra skal á gólvið sum nummar 26 av kvinnuliðunum.

 

Umframt at vera umboðað við einum unglingaliði og einum kvinnuliði, so eru Føroyar eisini umboðaðar av tveimum dómarum á ferðini. Elna Johannesen og Beinta Danielsen eru longu í gongd í Padua, tí í døgunum undan kappingini er dómaraskeið á skránni, og hesum skeiði luttaka tær á, áðrenn tær skulu døma um vikuskifti.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878