Mugu fyrireika seg til sveiggj

Mugu fyrireika seg til sveiggj
Danska váðaráðið mælir danska vinnumálaráðharranum til, at peningastovnarnir í Føroyum styrkja seg móti sveiggjum í búskapinum
 
31.03.2017 - 08:58

Tað skulu peningastovnarnir í Føroyum gera 1. januar 2018. Mælt verður til, at teir seta av eitt prosent av útlánunum til ein sonevndan "puffara" at standa í móti við.

Føroyski búskapurin byggir í høvuðsheitum á fiskivinnu og alivinnu og er tí viðbrekin. Váðaráðið sigur, at hetta er ikki nakað hart krav.

Teir peningastovnar, sum ikki halda kravið, missa ikki rættin at reka peningastovn, men fáa onnur krøv millum annað viðvíkjandi bonusi og vinningsbýti.

Peningur setast av til at standa ímóti við

Váðaráðið heldur, at sum frá líður skulu peningastovnarnir seta av fleiri pengar at standa í móti við. Hetta verður gjørt í samráði við føroyskar myndugleikar.

Danska stjórnin hevur nú tríggjar mánaðir til at gera, sum Váðaráðið mælir til, ella koma við frágreiðing um, hví stjórnin ikki gjørdi, sum mælt varð henni til.

Váðaráðið sigur, at peningastovnarnir í Føroyum eru so mikið væl fyri, at teir tola kravið um eitt prosent. Endamálið er at styrkja fíggjarliga støðufestið í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Skratsj 26. februar 2025
188341
Mikudag 26. februar
Mono - Føroyskar perlur (3:4)
188335
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889