- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki tikið støðu til veðurlagsavtalu
- París-avtalan er framvegis til viðgerðar í stjórnini, sigur Sean Spicer, talsmaður í Hvítu húsunum. Ráðharrarnir í stjórnini eru ójavnir á máli um altjóða veðurlagsavtaluna.
Steve Bannon, ráðgevi hjá forsetanum, hevur roynt at sannføra Trump um at taka seg burtur úr avtaluni, men Rex Tillerson, uttanríkisráðharri, og dóttir Trump, Ivanka, mæla til, at USA skal halda seg til avtaluna.
Nýggi stjórin í amerikanska umhvørvisstýrinum, Scott Pruitt, sigur, at París-avtalan er ikki góð, og hon fer at kosta arbeiðspláss í USA.
Ætlan hjá Obama kolldømd
Undir valstríðnum boðaði Trump frá, at varð hann valdur, ætlaði hann at taka USA burtur úr veðurlagsavtaluni. Men síðani Trump varð tikin í eið sum forseti, hevur hann sjáldan umrøtt evnið.
Týsdagin skrivaði Donald Trump undir eina fyriskipan, sum kolldømir ætlanina hjá undanmanni hansara, Barack Obama, at avmarka útlátið av Co2.
Fyriskipanin ógildar eisini eitt forboð at leita eftir koli í nýggjum námum. Fleiri arbeiðspláss skulu vera í kolaídnaðinum, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump.