Astrup og Betri Banki gjørt semju

Astrup og Betri Banki gjørt semju
Semja er gjørd millum Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi stjóra og nevndarlim í Eik Banka, og núverandi Betri Banka. Stevningin er tí tikin aftur
 
31.03.2017 - 13:43

Tað ber í sær, at Betri Banki tekur stevningina móti Jørn Astrup Hansen aftur. Tað boðar Betri Banki frá í tíðindaskrivi fyri lítlari løtu síðani.

Sambært tíðindaskrivinum váttar Jørn Astrup Hansen í semjuni, at hann hevur ikki ætlað at skuldsett bankan og leiðsluna í bankanum fyri at hava roynt at framt skattasvik.

Jørn Astrup Hansen hevur heldur ikki roynt at sagt, at bankin við vilja hevur givið TAKS skeivur upplýsingar við tí endamáli at fáa skattafrádrátt.

SÍ EISINI Eik stevnir Astrup

Jørn Astrup Hansen harmast um, at leiðslan í bankanum hevur fatað atfinningarnar soleiðis, stendur í tíðindaskrivinum, Betri Banki hevur sent fjølmiðlunum.

Betri Banki er síðani komin til ta niðurstøðu, at tað ikki longur er grundarlag at halda fast við stevningina móti Jørn Astrup Hansen.

Bankin hevur tí gjørt av at taka sakarmálið aftur. Partarnir hava avtalað ikki at gera fleiri viðmerkingar í málinum, stendur í tíðindaskrivinum frá Betri Banka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Skratsj 26. februar 2025
188341
Mikudag 26. februar
Mono - Føroyskar perlur (3:4)
188335
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889