Nú vendist ikki aftur

Nú vendist ikki aftur
Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, hevur undirskrivað brævið, sum formliga setir gongdina í verk, ið skal enda limaskap Bretlands í ES
 
29.03.2017 - 17:15

Bretski sendiharrin í Bruxelles, Tim Barrow, hevur handað Donald Tusk, forseta í ráðharraráðnum, brævið, og Theresa May hevur í Undirhúsinum seinnapartin heitt á bretar um at standa saman um avgerðina, ið varð tikin á fólkaatkvøðu í juni mánað í fjør.

Forsætisráðharrin segði seg vilja umboða hvørt tað einasta fólk í ríkinum undir samráðingunum - eisini teir ES-borgarar, sum búgva í Bretlandi og sum ikki vita hvør støða teirra verður, tá Bretland er farið úr ES.

- Tað er mín avgjørda endamál at fáa eina avtalu, sum gagnar hvørjum tí einasta borgara í landinum, segði Theresa May.

SÍ EISINI Nýggj fólkaatkvøða kanska í eygsjón

Men skotar eru ikki sannførdir - tvørturímóti. Skotar atkvøddu ímóti, at Bretland fór úr ES, og aftaná fólkaatkvøðuna hava teir viljað verið verandi í ES, um Ongland og Wales fóru burturúr.

Theresa May hevur ikki viljað givið skotum ta serstøðu, teir vilja hava, og avleiðingin er, at skotska tjóðartingið hevur samtykt at haldast skal ein nýggj fólkaatkvøða um loysing frá Bretlandi.

 Eina slíka fólkaatkvøðu vil Nicola Steurgeon, fyrstiráðharri, hava, áðrenn Bretland fer úr ES, so Skotland kann vera verandi limur, men Theresa May vil hinvegin hava, at avtalan, hon ger við ES, verður fyri alt tað bretska ríkið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109