Bob Dylan hevur skund

Bob Dylan hevur skund
Heimskendi sangarin og sangskrivarin hevur skund, skal hann fáa peningin, sum fylgir við Nobel-heiðurslønini
Skal heimskenda rock-legendan fáa útgoldið tær 6,2 milliónir krónurnar, sum fylgja við Nobel-heiðurslønini, noyðist hann at halda ein fyrilestur í seinasta lagi 10. juni
 
29.03.2017 - 08:35

Skal heimskenda rock-legendan fáa útgoldið tær 6,2 milliónir krónurnar, sum fylgja við Nobel-heiðurslønini, noyðist hann at halda ein fyrilestur í seinasta lagi 10. juni.

Tað boðar svenska akademiið, sum letur heiðurslønina, frá. Dylan fekk óvæntað Nobel-heiðurslønina í bókmentum í fjør. Men stutt eftir, at tað varð kunngjørt, boðaði Dylan frá, at hann fór ikki til Svøríkis at taka ímóti heiðurslønini.

Dylan segði einki um, hví hann ikki kundi taka ímóti henni.Síðani hevur svenska akademiið hvørki hoyrt orð ella eið frá Bob Dylan.

SÍ EISINI Dylan fer ikki til Stokkhólm

Skrivarin í akademinum, Sara Danius, sigur, at tey hava gjørt Dylan varugan við, at fyrilesturin í sambandi við heiðurslønina skal verða hildin í seinasta lagi eitt hálvt ár eftir hatíðarhaldið, skal hann fáa peningin, sum fylgir við heiðrinum.

Tann freistin er 10. juni. Bob Dylan kemur fyrsta dagin til Svøríkis at hava tvær konseertir í Stokkhólmi. Tær vera 1. og 2. apríl, og ein konsert verður í Lund 9. apríl.

Nú verður gitt, at hann fer at nýta høvi at halda nobel-fyrilesturin samstundis. Ætlanin um at hava konsert í Svøríki fyrst í apríl varð løgd, áðrenn Nobel-nevndin boðaði frá, at hann skuldi fáa heiðurslønina bókmentum fyri 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109