- Tíðindi, mentan og ítróttur
Túsundtals flýggja undan melduródn
Melduródnin, Debbie, nærkast nú avstralsku strondini í deildstatinum, Queensland, og fleiri túsund fólk eru rýmd frá húsi og heimi, skrivar BBC. Melduródnin rakar helst Queensland á midnátt í nátt, føroyska tíð.
Sambært BBC eru 3.500 fólk higartil fluttur burtur fra ´husi og heimi, áðrenn melduródnin, Debbie, kemur inn yvir landið, men framvegis eru fleiri fólk, sum ikki vilja fara heimanífrá.
Forsætisráðharrin í Queensland, Annastacia Palaszczuk, mælir fólki til at akta boðini.
Gereinin heldur fram niðanfyri
Northeast Australia braces for cyclone, thousands flee to higher ground https://t.co/CvXfHeHRJf pic.twitter.com/DC7a3GZnG3
— Reuters Top News (@Reuters) March 27, 2017
- Eg biði tykkum øll um at lurta eftir myndugleikunum. Tað geri eg, og tit mugu gera tað sama. Tað snýr seg um trygdina hjá tykkum, tað snýr seg um trygdina hjá familjuni og børnunum.
Tað segði Annastacia Palaszczu, forsætisráðharri í Queensland, á tíðindafundi í morgun. Meira enn 2.000 íbúgvar aftrat verða væntandi fluttir burtur, skrivar heimasíðan, dr.dk
Vandi er fyri, at melduródnin rakar tá tað er flóð. Tað kann merkja, at aldurnar verða upp í átta metrar høgar, og at vatnflóð verður í økjum, sigur leiðarin fyri avstralsku veðurstovuni, Bruce Gunn, við BBC.
102 skúlar og 81 barnagarðar og vøggustovur eru stongd í dag, og tvær havnir.