- Tíðindi, mentan og ítróttur
128 metrar nú boraðir
128 metrar nú boraðir
Nú verður borað og sprongt allan sólarringin í Eysturoyartunlinum. Í síðstu viku vórðu 60 metrar boraðir
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/01_8.jpg?itok=RCBHC1HJ)
128 metrar eru nú boraðir í Eysturoyartunlinum, síðani Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, skeyt fyrsta skotið á Strondum 21. februar
27.03.2017 - 16:09
128 metrar eru nú boraðir í Eysturoyartunlinum, síðani Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, skeyt fyrsta skotið á Strondum 21. februar.
Nú verður borað og sprongt allan sólarringin, og í síðstu viku vórðu 60 metrar boraðir. Útgerðin til at bora streymoyarmegin er komin til landið, og hon verður nú gjørd klár.
Ætlanin var at skjóta fyrsta skotið fyri páskir, men á heimasíðuni hjá tunnilsfelagnum í dag stendur, at fyrsta skotið á Hvítanesi verður eftir páskir.
Tað ber til at fylgja við á heimasíðuni hjá Eysturoyar- og Sandoyartunlum, hvussu líður við arbeiðnum. Dagført verður eina ferð um vikuna.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV