- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heðin Mortensen fær umbering frá Anfinni Kallsberg
Fyrrverandi løgmaður Anfinn Kallsberg biður nú sitandi løgmann, Aksel V. Johannesen um at bera Heðini Mortensen, tingmanni umbering fyri órætt, ið hann gjørdi móti honum fyri 17 árum síðani.
Tað kemur fram í einum svari frá løgmanni til Heðin Mortensen, sum herfyri setti honum ein skrivligan fyrispurning um, hvat hann ætlar at gera fyri at fáa fram í ljósið, hvat hendi, tá táverandi løgmaður Anfinn Kallsberg av órøttum kærdi seg fyri tingformansskapinum fyri at hava brotið sína tagnarskyldu sum næstformaður í Uttanlandsnevndini og at hava likið trúnaðarupplýsingar til Dimmalætting. Ákærurnar frá Anfinni Kallsberg vóru falskar, skrivar Heðin Mortensen í fyrispurninginum, og ja, tað vóru tær, stendur í svarinum, sum nú er komið frá sitandi løgmanni.
Aksel V. Johannesen, løgmaður sigur í svari sínum, at hann ikki ætlar sær at taka nøkur serlig stig, tí tað, sum undanmaður hansara hevur gjørt ella ikki, er uttan fyri starvsøkið hjá sær. Men Aksel V. Johannesen skrivar eisini soleiðis: - Í sambandi við fyrispurningin havi eg kortini tosað við Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmann, um málið. Í hesum sambandi heitti fyrrverandi løgmaður á meg um at gera sær tann beina at bera fram eina umbering til spyrjaran, tí hann fyri 17 árum síðan av órøttum ákærdi spyrjaran fyri at leka trúnaðarupplýsingar til Dimmalætting. Fyrrverandi løgmaður visti ikki og kundi heldur ikki ímynda sær tá, at hesin lekin kom frá landsfyrisitingini sjálvari, stendur í svarinum frá Akseli V. Johannesen.
Málið er komið fram í ljósmála eftir 17 ár, tí Sjúrður Skaale, fyrrverandi embætismaður í fullveldislandsstýrinum hevur skrivað um júst hendan lekan í eini bók um hetta politiska tíðarskeiðið. Lekin, sum Heðin Mortensen fekk skuldina fyri at hava likið, var eitt upprit til Uttanlandsnevndina, har limirnir ikki so mikið sum fingu loyvi til at vísa tað fyri sínum floksfeløgum ella ráðgevarum. Í bókini skrivar Sjúrður Skaale: "Til tess at geva landsstýrinum ein fyrimun í umrøðuni fór eg hóskvøldið 27 januar 2000 til ein journalist á Dimmalætting. Við mær hevði eg eitt eintak av sáttmálaritinum".
Anfinn Kallsberg, løgmaður ákærdi eftir lekan hjá Sjúrða Skaale Heðin Mortensen, næstformann í Uttanlandsnevndini fyri at vera tann seki í hesum lógarbroti. Men nú 17 ár eru liðin, og Sjúrður Skaale hevur lagt kortini á borðið í bók síni - altso at tað var hann, sum lak fyri at geva landsstýrinum ein fyrimun í fjølmiðlaumrøðuni - ja, so hevur Anfinn Kallsberg altso biðið sitandi løgmann um at bera Heðini Mortensen eina umbering fyri ákærurnar.