- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj fólkaatkvøða kanska í eygsjón
Orðaskiftið var byrjað seinnapartin í gjár, men tingfundurin varð slitin eftir yvirgangsatsóknina í London. Tað er skotski fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon, sum vil hava heimildina at útskriva fólkaatkvøðu.
Tað hendir eftir at hon fleiri ferðir hevur tosað við bretska forsætisráðharran, Theresu May, sum ikki vil ganga skotska kravinum á møti, at Skotland verður verandi í ES, hóast Bretland fer burturúr samveldinum.
SÍ EISINI Skotar vilja hava nýggja fólkaatkvøðu
Eftir ætlan skal fólkaatkvøðan vera seinast í 2018 ella fyrst í 2019. Skotar valdu at verða verandi í ES, hóast bretar valdu at fara úr ES á fólkaatkvøðuni í fjørsummar, og skotska stjórnin sigur limaskapin í ES at vera avgerandi fyri framtíðina.
Skotland hevur stórt hall á fíggjarlógini, eftir at oljuprísurin lækkaði, og hallið er størri enn hallið hjá kreppurakta Grikkalandi. Samstundis eru vánalig útlit fyri at oljuinntøkurnar hjá Skotlandi fara at hækka í bræði, og tí halda skotar at limaskapur í ES er avgerandi fyri framtíðina.
Ein meiningakanning sum stovnurin, Opinium, hevur gjørt fyri blaðið, The Observer, vísir, at 54 prosent av bretsku veljarunum siga seg rokna við, at Bretland fer í upploysn.