- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leyslatin eftir seks ár í fongsli
Fyrrverandi egyptiski forsetin, Hosni Mubarak, er í dag latin leysur, eftir at hann í seks ár hevur sitið í fongsli. Eftir uppreisturin í egyptiska høvuðsstaðnum, Kairo, undir sonevnda Arabiska Várinum í 2011, varð Mubarak rikin frá valdinum og handtikin.
Hosni Mubarak hevur síðani hildið til á einum hernaðarsjúkrahúsi. Verjin hjá Mubarak, Farid al-Deeb, sigur við AFP-tíðindastovuna, at hann í dag er farin av sjúkrahúsinum heim til sín sjálvs í Heliopolis.
SÍ EISINI Mubarak dømdur trý ára fongsulsrevsing fyri mutur
Mubarak varð í 2012 dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava viðvirka til at fleiri mótmælisfólk vórðu dripin undir Arabiska várinum. Umleið 850 mótmælisfólk lótu lív undir uppreistrinum móti stýrinum hjá Mubarak, sum vardi í 18 dagar.
Ein kærudómstólur kravdi tvey ár seinni, at málið skuldi viðgerðast av nýggjum. Tað endaði við, at ovasti kærudómstólurin í Egyptalandi fyrr í hesum mánaðinum fríkendi fyrrverandi forsetan fyri at hava viðvirkað til drápini.
Egyptian security official says ousted President Hosni Mubarak is back home, free after his release from detention. https://t.co/aGUa1acx0P
— The Associated Press (@AP) March 24, 2017