Yvirgangur í London: Sjey fólk handtikin

Yvirgangur í London: Sjey fólk handtikin
Løgreglan hevur kannað seks bústaðir eftir yvirgangsatsóknina í gjár, skrivar BBC
Fimm fólk eru deyð eftir yvirgangsatsóknirnar í London seinnapartin í gjár, og 40 fingu løstir. Sjey fólk eru handtikin fyri atsóknina
Mynd: AP  
 
23.03.2017 - 08:07

Sjey fólk eru handtikin eftir yvirgangsatsóknina í London í gjár skrivar BBC. Fimm fólk eru deyð eftir yvirgangsatsóknirnar í London seinnapartin í gjár, og 40 fingu løstir. 

Leiðarin fyri stríðnum móti yvirgangi í Metropolitan-løgregluni, Mark Rowley, sigur við BBC, at løgreglan heldur seg vita, hvør gerningsmaðurin er, og at hann hevur fingið íblástur til atsóknirnar frá altjóða og islamistiskum yvirgangi. Men hann vildi tó ikki fara í smálutir.

Koyrdu upp á gongubreytina

Tað var um hálvgum trý-tíðina mikudagin, at ein einsamallur álopsmaður í einum gráum Hyundai-bili koyrdi fram við gongubreytini á Westminister Bridge, nærindis bretska parlamentinum í miðbýnum í London.

Maðurin stýrdi bilin upp á gongubreytina og rendi í fleiri umførum á fólk, sum vóru til gongu á brúnni. Síðani rendi bilurin inn í gyrðingina, sum er kring House of Parliament.

Álopsmaðurin hevði knív við sær, og rann móti parlamentinum, har hann royndi at sleppa inn. Løgreglan steðgaði manninum, men ein av løgreglumonnum var óvápnaður, og álopsmaðurin stakk og drap løgreglumannin. Eitt annað løgreglufólk skeyt og drap gerningsmannin, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109