- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrismaðurin longda svarfreist
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur fingið longda svarfreist frá landsstýrismálanevndini hjá Løgtinginum at svara kæruni frá Meginfelag útróðrarmanna um mannagongdina, tá fiskidagar vórðu ásettir í heyst.
Meginfelag útróðrarmanna sendi 14. desember í fjør kæru til landsstýrismálanevndina um Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum. 9. mars bað nevndin landsstýrismannin koma við einari frágreiðing innan 14 dagar.
Málið serliga tíðarkrevjandi
15. mars biður Fiskimálaráðið, vegna landsstýrismannin, um longda svarfreist, tí ein frágreiðing í hesum máli er serliga tíðarkrevjandi at gera, tí neyðugt er at fáa innlit í allar upplýsingar og málsgongdina í málinum, fyri at gera frágreiðingina, sigur Fiskimálaráðið.
Landsstýrismaðurin hevur fingið longda svarfreist frá landsstýrismálanevndini, og skal nú svara nevndini í seinasta lagið hósdagin 6. apríl. Umframt kæruna frá MÚ, eru tvær aðrar kærur um Høgna Hoydal, landsstýrismann, hjá landsstýrismálanevndini.
Onnur er frá Jacobi Vestergaard, tingmanni hjá Fólkaflokkinum, og hin er frá Bjørn Kalsø, løgtingsmanni hjá Sambandsflokkinum.