- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kina tekur fyrivarni
Tað verður gjørt av trygdarávum eru boðini úr Kina. Kina er tað landið sum innflytur mest av kjøtvørum úr Brasil, og avgerðin kemur illa við hjá brasilsku bøndunum.
Myndugleikarnir í Brasil hava givið fleiri stórum útflytarum forboð fyri at senda kjøt og høsnarungar til onnur lond, eftir at tað er komið fram, at feløgini hava mutrað eftirlitsfólk, so bæði rotið kjøt og høsnarungar við salmonella eru sendir til onnur lond.
SÍ EISINI Kjøtgøla tekur seg upp í Brasil
Myndugleikarnir í Brasil hava givið 21 sláturvirkjum forboð fyri at selja kjøt og høsnarungar til onnur lond.
Brasilski ráðharrin í landbúnaðarm,álum, Blairo Maggi, finst samstundis hvassliga at brasilsku løgregluni fyri framferðina í málinum, tí løgreglan hevur almannakunngjørt, at kjøt, sum ikki er mannaføði, er selt til onnur lond.
Fráboðanin kom, hóast løgreglan bert hevur funnið einstakar tilburðir av vánaligum kjøti. Hann metir støðuna vera hættisliga fyri brasilska landbúnaðin.
SÍ EISINI Ikki ábendingar um spilt kjøt í Føroyum
Eisini Suðurkorea og Chile hava sett forboð fyri at innflyta kjøt og høsnarungar úr Brasil, og onnur lond, millum annað í Evropa, fara at herða eftirlitið við kjøtvørum úr Brasil.
ES hevur sett forboð fyri at innflyta kjøt frá fýra sláturvirkjum í Brasil. Brasil er størsti útflytari av oksakjøti og høsnarungum, og løgreglan hevur kunngjørt nøvnini á fleiri feløgum, sum ikki hava farið rætt fram.
Teirra millum eru JBS, sum er heimsins størsta felag tá talan er um oksakjøt og BRF, sum er heimsins størsta felag tá talan er um høsnarungar. Bæði feløgini siga seg einki skeivt hava gjørt.