Kanning: Trump gongur aftur

Kanning: Trump gongur aftur
Nú Donald Trump hevur verið amerikanskur forseti í tveir mánaðir, er hann ikki høgt í metum ímillum veljararnar.
Undirtøkan fyri Donald Trump hevur verið fallandi, síðani hann tók við sum forseti í USA í januar
 
21.03.2017 - 09:36

Ein kanning, sum Gallup hevur gjørt, vísir, at bara 37 prosent av teimum spurdu halda lítið av Donald Trump, samstundis sum 58 prosent siga hann ikki vera egnaðan sum forseta í USA.

SÍ EISINI Trump lítið avhildin

Í eini kanning, sum varð gjørd seinast í januar, vóru 45 prosent nøgd við hann og 45 prosent ónøgd við hann sum forseta, tað vil siga, at støðan hjá honum er versnað síðani tá. Í kanningini eru 1500 fólk spurd, og kanningin varð gjørd umvegis telefon.

Meiningakanningar fingu nógva umrøðu eftir at Trump varð valdur til forseta, tí undan valinum vístu allar kanningarnar, at hann fór at tapa. Tí varð ivi sáddur um kanningarnar, og um tær hava nakað virði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109