- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dómur fallin: Smuglaðu fleiri kilo av hassji
Føroya rættur hevur dømt tveir menn, 25 og 22 ára gamlir, ávikavist 10 og 11 mánaðar forngsulsrevsing fyri at hava smuglað slök 5 kilo av hassji til Føroya og fyri at hava ætlanir um at selja tað víðari.
Menninir, annar ein dani, komu til Føroya við Norrönu. Við sær høvdu teir ein gamlan bil, sum danin átti. Tollararnir í Havn fingu frænir um, at okkurt var í bilinum, og boðaðu løgregluni frá.
Ikki handtiknir beinanvegin
Løgreglan handtók ikki teir báðar menninar beinanvegin, men setti fólk at eygleiða teir og eltu teir, meðan teir koyrdu í býnum.
Menninir vórðu handtiknir uttan fyri bústaðin hjá føroyinginum. Tá vóru teir í ferð við at bera hassjið, sum teir høvdu fjalt í bilinum, inn í húsini og at skrúva billutirnar saman aftur.
Menninir hava sitið í varðhaldi síðani teir vórðu handtiknir. Teir eru dømdir 10 og 11 mánaðar fongsulsrevsing, men annar maðurin hevur biðið um tíð at umhugsa dómin.